Innanlands

Miðja ímóti at fáa seðlarnar út um 12-tíðina

Ongin grind til suðringar - eydnaðist ikki at fáa flutt hvalirnar suður

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-28 11:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað hevur verið stórarbeiði at gera grindina upp, sum legði beinini í Sandagerði í gjárkvøldið.

Avbjóðingin hevur verið at fáa fordeilt nógvu hvalirnir, sum liggja á Vestaru Bryggju í Havn og bíða eftir at verða skornir upp.

Kári Thorsteinsson, virkandi sýslumaður, vísir á, at tað hevur týdning av ‘sleppa av’ við alla grindina. Tí eru fleiri hvalir farnir út til aðrar kommunur, eitt nú til Vestmanna.

Suðuroyingar vóru eisini áhugaðir í at fáa burtur av grindini, og arbeitt hevur verið allan fyrrapartin við at finna eina loysn fyri at fáa grindina suður um fjørð.

Hetta hevur ikki borið á mál, sigur sýslumaðurin. Í fyrsta lagið vil Smyril ikki taka ímóti lastbilum við grind, tí slíkt dálkar ov illa. Roynt hevur verið at finna aðrar loysnir, men sum skilst, hevur hetta ikki borið til.

Nú leggja tey seinastu hond á arbeiðið við at fáa seðlarnar klárar, og Kári Thorsteinsson sigur, at tey miðja eftir at fáa teir út klokkan 12.

Men onki er at ivast í, at øll, sum eru áhugað, fáa grind við at fara út á Vestaru bryggju seinnapartin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder