Bygningurin, har Sosialurin, Vikublaðið, In.fo og aðrir miðlar halda til í Vágsbotni í Havn, og sum hevur fingið navnið Miðlahúsið, er nú seldur.
Tað stendur á heimasíðuni hjá Betri Heim.
Prísuppskotið upp á ognina er 12.750.000 krónur, men upplýst verður ikki um hetta er endaligi søluprísurin, og heldur ikki hvør keyparin er.
Talan er um gamlan handilsbygning, og Betri Heim lýsir ognina soleiðis:
- Søguligur, sjarmerandi og væl staðsettur bygningur í Vágsbotni. Stór og góð vinnuhøli við atgongd beint út í Vágsbotn. Bygningurin er í trimum hæddum, væl egnaður til útvent virksemi. Frálíkt útsýni yvir Vágsbotn og havnalagið.
Støddin er 637 fermetrar og byggiár er í 1800 og í 1925.
Tað er P/F Valdemar Lützen, sum hevur selt bygningin. Á heimasíðuni hjá Betri Heim stendur, at seljarin hevur 7 ára leigusáttmála við leigara, sum altso er Sosialurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald