Avgerðin hjá 83 ára gomlu Margretu drotning um at leggja frá sær hevur vakt ans kring heimin, og hevur fingið altjoða miðlar at seta spurningin, "fer bretski Charles kongur at gera tað sama?"
Í fleiri bretskum miðlum, m.a. The Guardian, hevur tað eisini verið beinleiðis heitt á bretska kongin um at boða frá, nær hann letur trónuna víðari til sonin, William prins.
75 ára gamli Charles III gjørdist kongur av Stórabretlandi, tá mamma hansara, Elizabeth II andaðist 8. september í 2022. Hann varð krýndur 6. mai í fjør.
Lars Hovbakke Sørensen, søgufrøðingur, sigur við TV2, at hann ikki væntar, at bretski kongurin fer at leggja frá sær í næstum, men hann væntar heldur ikki, at hann verður sitandi, til hann doyr, eins og Elizabeth drotning gjørdi.
Hann vísir á, at Charles kongur ikki hevur sitið leingi á trónuni, og tað er siðvenja at verða sitandi, til mann doyr. Tó er ikki óhugsandi, at hann kann leggja frá sær um nøkur ár, m.a. tí, at William prinsur, og kona hansara, Kate prinsessa eru betri umtókt enn hann.
Les eisini: Avgerðin kann fáa ávirkan á kongshúsini í Noregi og Svøríki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald