Uttanlands

Avgerðin kann fáa ávirkan á kongshúsini í Noregi og Svøríki

Tað hevur ikki verið siðvenja í Danmark, Noregi og Svøríki, at ein kongur ella drotning leggur frá sær, men nú Margreta drotning hevur boðað frá, at hon fer frá, er ikki óhugsandi, at norski og svenski kongurin kunnu taka eina líknandi avgerð, heldur serfrøðingur

Margreta drotning á vitjan í Føroyum í 2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Margreta drotning á vitjan í Føroyum í 2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-01 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv vóru skelkað, tá Margreta drotning í gjárkvøldið boðaði frá, at hon fór at leggja frá sær 14. januar. Og avgerðin hjá drotningini kann ávirka svenska og norska kongshúsið.

Tað sigur Roger Lundberg, serfrøðingur við SVT.

Hann heldur tað ikki vera óhugsandi, at 77 ára gamli svenski kongurin Carl Gustaf og 86 ára gamli norski kongurin, Harald kunnu fáa íblástur frá avgerðini hjá 83 ára gomlu donsku drotningini.

– Tað hevur jú verið siðvenja í Danmark, júst sum í Svøríki og Noregi, at mann verður sitandi alt lívið. So øll eru jú skelkað - serliga í Danmark.

Tá Fríðrikur krúnprinsur yvirtekur trónuna, fær hann heitið Fríðrikur X. Samstundis yvirtekur elsti sonur hansara krúnprinsaheitið og verður fremst í arvarøðini.

Fríðrikur krúnprinsur og Mary krúnprinsessa hava góða undirtøku millum danir, vísa kanningar, sum TV2 og DR almannakunngjørdu í desember - har tann seinna varð almannakunngjørd fyrradagin.

Sambært Roger Lundberg fáa arvingarnir til svensku og norsku trónuna eisini góða undirtøku, og tað kann eisini ávirka norska og svenska kongin.

Sambært søgufrøðingum er hetta fyrstu ferð í yvir 800 ár, at ein danskur kongur ella drotning velur at leggja frá sær. Margreta drotning hevur sitið á donsku trónuni síðan 14. januar 1972, tá pápi hennara, Fríðrikur IX doyði. Tá hon 14. januar fer frá, hevur hon sostatt sitið júst 52 ár á trónuni.

Dagførd kl. 13.53

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder