Innanlands

Miðlar: Hetta stendur í friðarætlanini hjá Trump

Russland skal ikki gera innrás í grannalond, Nato skal ikki víðkast, tiltøk skulu setast í verk fyri at byggja Ukraina uppaftur, revsitiltøk móti Russlandi skulu setast úr gildi, Russland fær hertikin landaøki, og val skal vera í Ukraina stendur m.a. í amerikanska uppskotinum um friðarætlan, sum er latið Russlandi og Ukraina

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-11-22 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bæði Russland og Ukraina hava fingið eitt uppskot til friðarætlan, sum skal slóða fyri einum enda á krígnum millum londini.

Freistin at góðkenna friðarætlanina er hósdagin í komandi viku.

Les eisini: Hava freist til hósdagin at góðkenna amerikanskt uppskot um friðarætlan

Í styttari útgáva av uppskotinum, sum m.a. Financial Times hevur almannakunngjørt, framgongur:

  1. Ukrainski sjálvavgerðarrætturin verður váttaður.
  2. Ein umfatandi ikki-álopsavtala verður gjørd millum Russland, Ukraina og Evropa.
  3. Russland skal ikki gera innrás í grannalond, og Nato skal ikki víðkast.
  4. Samskifti verður millum Russland og Nato - meklað av USA - fyri at loysa trygdaravbjóðingar og skapa altjóða trygd.
  5. Trygdin í Ukraina verður tryggjað.
  6. Ukrainski herurin verður avmarkaður til 600.000 herfólk.
  7. Ukraina játtar at skriva inn í grundlógina, at landið ikki gerst partur av Nato, og Nato skal gera eina viðtøku um, at Ukraina ikki verður innlimað í framtíðini.
  8. Nato skal góðtaka, at tey ikki sleppa at hava herfólk í Ukraina.
  9. Evropeisk stríðsflogfør verða sett inn í Póllandi.
  10. Um Russland ger innrás í Ukraina, kemur eitt hernaðarligt aftursvar, øll altjóða revsitiltøk verða sett í gildi aftur, og viðurkenningar av landaøki verða tiknar aftur. Ukraina kann ikki uttan orsøk senda rakettir móti Moskva ella Sankta Pætursborg. Ukraina kann ikki gera innrás í Russland.
  11. Ukraina kann fáa atgongd til evropeiska marknaðin, meðan umsóknin um ES-limaskap verður viðgjørd.
  12. Altjóða tiltøk fyri enduruppbygging av Ukraina við m.a. einum menningargrunni og samstarvi við USA um ukrainskt undirstøðukervi.
  13. Russland skal aftur gerast partur av altjóða búskapinum. Revsitiløk skulu ógildast í stigum, og ein samstarvsavtala skal gerast við USA. Russland skal aftur gerast limur í G8.
  14. 100 milliardir dollarar av innifrystari russiskari ogn skal brúkast til at byggja Ukraina uppaftur undir amerikanskari leiðslu. USA fær 50 prosent av inntøkunum frá hesari verkætlan. Evropa skal eisini lata 100 milliardir dollarar fyri at økja um íløgurnar í Ukraina. Restin av innifrystu ognini skal koyrast í eina felags amerikansk-russiska íløgueind, sum skal styrkja viðurskiftuni millum londini.
  15. Ein felags amerikansk-russiskur arbeiðsbólkur, sum skal viðgera trygd, skal setast á stovn.
  16. Russland skal skriva inn í lógir sínar, at landið hevur ein ikki-álopspolitikk mótvegis Evropa og Ukraina.
  17. USA og Russland skulu leingja avtalur um vápnaeftirlit.
  18. Ukraina góðtekur at vera ein statur uttan kjarnorkuvápn.
  19. Kjarorkuverkið Zaporizjzja skal vera undir eftirlit av altjóða kjarnorkustovninum, og orkan, sum verður framleidd skal býtast javnt millum Russland og Ukraina.
  20. Bæði londini binda seg til at seta í verk útbúgvingarátøk í skúlunum og í samfelagnum til frama fyri tolsemi umframt at beina fyri rasismu. M.a. skal nasisma bannast.
  21. Krim, Luhansk og Donetsk verða viðurkend sum russisk øki, m.a. av USA. Í Kherson og Zaporizjzja verður økið býtt við útgangsstøði í hermótinum. Russland letur frá sær onnur øki, sum landið hevur havt ræði á. Ukrainskar herdeildir taka seg úr partinum av Donetsk, sum landið hevur ræði á í løtuni. Undir afturtøkuni verður eitt uttanveltað, avvápnað øki, sum verður altjóða viðurkent sum russiskt. Russiskar herdeildir sleppa ikki inn á økið.
  22. Eftir avtala er gjørd um landaøki, skal hvørki Russland ella Ukraina broyta hetta við valdi.
  23. Russland kann ikki forða Ukraina í at brúka Dnepr-ánna til vinnuligt virksemi. Avtala skal gerast um flyting av korni um Svartahavið.
  24. Ein nevnd skal setast fyri at tryggja útflýggjan av líkum, gíslum og krígsfangum.
  25. Val skal vera í Ukraina innan 100 dagar.
  26. Allir partar, sum hava luttikið í krígnum, fáa fullan amnesti fyri gerðir framdar undir krígnum og játta ikki at søkja um endurgjald ella at kæra í framtíðini.
  27. Avtalan skal vera løgfrøðiliga bindandi, og eitt friðarráð við amerikanska forsetanum, Donald Trump á odda skal standa fyri verkseting og eftirliti.
  28. Tá allir partar hava góðtikið tekstin, fer vápnahvíld í gildi, so skjótt sum báðir partar hava tikið seg aftur til tey avtalaðu støðini fyri at seta avtaluan í verk.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder