Uttanlands

Hava freist til hósdagin at góðkenna amerikanskt uppskot um friðarætlan

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj væntar at koma undir stórt trýst komandi dagarnar – Uppskotið snýr seg m.a. um, at Ukraina skal geva frá sær landaøki og avmarka talið á herfólki

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-11-22 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur lagt fram eina friðarætlan fyri Ukraina, sum hevur freist til hósdagin í næstu viku at góðtaka uppskotið.

Ukrainski forsetinl, Volodymyr Zelenskyj sigur, at hann hevur fingið eina friðarætlan frá USA, og væntar hann at koma undir stórt trýst komandi dagarnar, og fer mann møguliga at missa ein avgerandi samstarvsfelaga undir tilgongdini, segði hann í røðu til ukrainsku tjóðina fríggjadagin sambært Ritzau.

Uppskotið til friðarætlan leggur m.a. upp til, at Ukraina skal geva frá sær landaøki - m.a. Donbas-økið, ikki gerast limur í Nato, og avmarka talið á herfólki í ukrainska herinum.

Eisini skal val vera í Ukraina innan 100 dagar. Seinasta forsetavalið skuldi verið á vári í fjør, men ukrainska stýriskipanin loyvir ikki vali, meðan landið er í undantakstøðu orsakað av kríggi, og tí hevur einki ukrainskt val verið, síðan kríggið byrjaði í februr 2022.

Keldur siga við Reuters, at Ukraina saman við Fraklandi, Stórabretlandi og Týsklandi arbeiða við einum øðrum uppskoti til friðarætlan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder