Sambært danska miðlinum TV2, skulu danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen og grøndlenska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt hitta amerikanska uttanríkismálaráðharran, Marco Rubio í Washington D.C. mikudagin.
Tað framgongur av einum kalendara frá amerikanska uttanríkismálaráðnum, sum TV2 hevur sæð. Tað framgongur tó eisini, at broytingar kunnu koma fyri.
Amerikanski miðilin CBS News sigur seg eisini vita frá ónevndum diplomatiskum keldum, at fundur millum umboð fyri USA og Danmark verður mikudagin. Har varð tó einki sagt um nærri tíðspunkt, ella hvør fór at luttaka á fundinum.
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen hevur eisini váttað, at uttanríkismálaráðharrafundur verður í vikuni, skrivar Ritzau.
Umboð fyri Danmark og USA skulu fundast, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump hevur endurtikið ynskið um at yvirtaka Grønland av trygdarávum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald