Uttanlands

Miðlarnir í Evropa hava tað truplari

Nógv dømi um at politiska skipanin leggur forðingar fyri miðlunum at virka, sigur nýggj ES-frágreiðing

Myndin er frá eini mótmælisgongu í Bratislava í Slovakia í februar fyri at minnast fimm ára dagin fyri at slovakiski journalisturin, Jan Kuciak varð myrdur (Mynd: EPA)

Myndin er frá eini mótmælisgongu í Bratislava í Slovakia í februar fyri at minnast fimm ára dagin fyri at slovakiski journalisturin, Jan Kuciak varð myrdur (Mynd: EPA)

2025-04-29 12:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Pressufrælsið í ES-londunum er versnað. Tað skrivar mannarættindafelagsskapurin Civil Liberties Union for Europe í eini nýggjari frágreiðing.

Pressufrælsið er versnað hóast ES hevur nýliga hevur lóggivið fyri sterkari miðlafrælsi. Men kortini eru álvarsligir váðar fyri journalistar í Evropa og støðan er versnað fleiri staðni.

Frágreiðingin byggir á kanningar í 21 ES-londum. Niðurstøðan er, at ymsir vandar eru gerandisdagur fyri nógv, sum arbeiða í evropeisku miðlavinnuni, skrivar yle.fi.

Tað kann snúgva seg um alt frá hóttanum og rættarmálum fyri at forða fyri almennari umrøðu til eftirlit, álop og handtøkur.

- Miðlafrælsið og -fjølbroytni er í kreppu í ES. Hóast dømi um framstig, so heldur neiliga gongdin fram í flestu londum, og hetta kemur óvart á okkum, sigur Jonathan Day, høvuðsritstjóri av frágreiðingini í eini fráboðan.

Hann leggur afturat, at royndir hjá stjórnum at niðurbróta rættarstatin og fólkaræðisligar stovnar næstan altíð byrja við royndum at fáa tamarhald á miðlarnar í londunum.

Journalistar eru framvegis útsettir fyri haturstalu og kropsligum álopum, serliga í sambandi við mótmælistiltøk, sum hava tilknýti til Ísrael-Palestina-ósemjuna, leggur hann afturat.

Í Fraklandi, Týskland, Grikkalandi, Ungarn og Spania hevur løgreglan víst harðrendan atburð móti journalistum í slíkum førum, verður sagt.

Og í Bulgaria, Italia, Slovakia og Svøríki hava kvinnuligir journalistar upplivað óhóskandi ágang og hóttanir, sambært frágreiðingini.

Samstundis er brúkið av njósnaraforritum móti journalistum nú ein trupulleiki í fleiri evropeiskum londum, serliga fyri journalistar úr Russlandi og Belarus, sum liva í útlegd.

Í Bulgaria, Týsklandi, Grikkalandi, Malta, Niðurlondum og Spania er eisini vanligt, at tænastufólk forða journalistum at arbeiða við avvísa umbønir um upplýsingar.

Miðsavningin av miðlum er eisini framvegis stór í fleiri ES-londum, har stórur partur av miðlunum er stýrdur av pengasterkum einstaklingum, familjum ella politiskum flokkum, sum avmarkar margfeldið í miðlalandslagnum.

Hetta økir um vandan fyri skeivum fráboðanum og undirgravar atgongdina hjá almenninginum til fjølbroyttar upplýsingar.

Meðan støðan versnaði serliga í Ungarn og Slovakia, so eru framstig at hóma í Polandi og Slovenia, sum settu tiltøk í verk fyri betra um sjálvræðið hjá miðlunum og minka um politisku íblandingina.

Í Bulgaria til dømis er álitið hjá almenninginum til journalistar versnað, og liggur nú á 28 prosentum, sum er ein stór afturgongd í mun til árið fyri.

Betri stendur til í til dømis Estlandi, har 80 prosent av fólkinum hevur álit á innlendis sjónvarps- og útvarpsstøðirnar, skrivar finska kringvarpið, Yle.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder