Innanlands

Miðlon í Runavík

Tá timburhandilin Borg flytur í nýggj høli longur inni á fjørðinum, yvirtekur Miðlon núverandi bygning, og millum annað verður Bónus handil har

(Mynd: Runavíkar kommuna)

(Mynd: Runavíkar kommuna)

2024-05-06 23:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinrapartin í dag skrivaðu Niels Mortensen, stjóri, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fyri ávikavist Pf. Miðlon og Runavíkar kommunu, undir leigusáttmála um økið, har timburhandilin Borg heldur til á í dag.

Nú Pf. Borg fer undir at byggja nýggjan timburhandil á Glyvrum, hevur felagið gjørt avtalu við Pf. Miðlon um keyp av verandi bygningi. Timburhandilin heldur kortini til á gomlu adressuni, hagartil klárt er at flyta í nýggj hølir longur inni á fjørðinum. Í mun til miðbýarætlanina hjá kommununi er hetta ein hóskandi broyting í økinum, sigur Runavíkar kommuna.

Sagt verður, at Pf. Miðlon at byggja nakað um og annars at reka ymiskt handilsvirksemi, m.a. ein Bónus handil, á matriklinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder