Mentan

Midnáttarrøða: Afturkoma

Midnáttarrøðan hjá Sonna Smith á jóansøku á Tvøroyri, 26. juni 2021

(Mynd: Gissur Patursson)

(Mynd: Gissur Patursson)

2021-06-27 07:05 Author image
Sonne Smith
placeholder

Kæru tvørafólk, suðuroyingar og allir jóansøkugestir úr øllum landinum.

Okur bæði, kona mín og jeg, hava fingið eina hjartaliga móttøku, nú okur eru flutt suður at búgva. Yvirhøvur hava fólk bjóðað mær væl afturkomnum, og tað er sanniliga ein stórur heiður at verða biðin um at halda midnáttarrøðuna her á jóansøku á Tvøroyri í 2021.

[object Object]

Tó eru tað ikki øll, ið hava sagt beinleiðis "væl afturkomin". Ein var Vilhelm Meyer. Kortini skal Vilhelm eiga, at hann fegnaðist um, at jeg havi fingið visum at koma suðuraftur at búgva.

Móttøkan fløvar, og minnini um uppvøksturin í hesum mæta stað, hesi vøkru bygd, reisast guvandi í huganum, og alt tykist so kort síðan, tí minnini eru so spilllivandi.

Tað vóru løtur – tað vóru mangar løtur her á Tvøroyri. Tað vóru løtur, tá ið TB støðugt var eitt av landsins fremstu fótbóltsliðum, stundum rætt og slætt fremst. Tað festi sjeg í minnið, tá ið Torbjørn skoraði mál. Hví Torbjørn? Jú, Torbjørn var bakkur hjá TB, og tað var heldur sjáldsamt, at ein bakkur, ið stóð næstan við síðuna av sínum egna málmanni, skuldi kanónskjóta bóltin í netið hjá mótstøðuliðinum. Ikki sannheit?

Tað vóru ógloymandi løtur, tá ið Firvaldur og Suðuroyingur vunnu ein kappróður fyri og annan eftir. Fleiri mundu lopið á sjógv av berum spenningi, og fagnaðarrópini hoyrdust heilt inn í Húsgarð.

Tað vóru løtur við einum serligum dámi, tá ið Vadderon og Fredderon dugnaðu Tvøroyri við síni tvøraligu atferð og hjáveru.

Tað vóru løtur at koma niðan í Valin og inn í kioskina hjá Pól í Føroyum at keypa sær ein ís ella nakrar karamellur ella drops, og mann legði pengarnar á skivuna, og Pól í Føroyum koyrdi teir í pengakassan hjá sær. Skuldi tað nú vera so spesielt? Ja, tí at Pól í Føroyum hevði – í gásareygum – pengakassan í reyvarlummanum. Tað var ein stór, brún pengamappa, sum hann stappaði í reyvarlumman eftir hvørja ekspeditión.

Hvat eftirnavn hann hevði, kundi gera tað sama. Tað visti eingin genta ella drongur, ella næstan eingin. Her gingu Kristian hjá Gamla-Jens Paula, Jens í Froðba, Niels hjá Poul hjá Niels og ... jú ... Olsson, Persson, Jentoft, allir innflytararnir, ið internationaliseraðu bygdina Tvøroyri. Innflytararnir, ið settu búgv í hesi framkomnu, nýggju vinnulívsbygd, Tvøroyri, og løgdu aftrat fólkatalinum í Trongisvági og í Froðba. Her búðu í síni tíð eini 2.000 fólk. Eitt fólkatal, sum minkaði og minkaði í ringum tíðum, men, sum nú tíbetur og takk og lov aftur er farið at vaksa, tí býurin og øll oyggin standa í føgrum blóma og draga fólk til sín. Ei dáni í, tí at oyggin líkist mest Várharrasa sveinastykki.

Og so var tað Gubbon í Torninum. Hví í himmalsins navn hæt hann Gubbon í Torninum? Líkt var til, at eingin gav sær far um tað, tí tað, sum var so spennandi við Gubbanon í Torninum, kollvelti alla mentan á Tvøroyri við einum spildurnýggjum pylsuvogni hinumegin vegin yvir av sjoppini hjá Ellu hjá Amundsen. Pylsurnar hjá Gubbanon í Torninum vóru spennandi reyðar, og búffarnir gjørdu næstan av við allan gamlan matsið. Av sonnum nýggjar tíðir. Alt hetta kundi enda við, at eisini Tvøroyri fekk ferðsluskeltir upp, har tað stóð Tvøroyri N, S, E, V og enntá Tvøroyri City. Men hetta fer at bíða, til undirsjóvartunellin til Suðuroynna kemur.

Tvøroyri átti besta dansara norðan fyri Ekvator, sigst. Sallaba fekk alt kartoffulmjølið at reisast upp frá gólvinum í Klubbanum, tá ið hann fór feiandi eftir dansivøllinum í einum tølandi valsi ella eggjandi tango. Sallaba koyrdi lastbil og las kovboybøkur. Hann sat ein dagin í lastbilinum hjá sær á kaini beint uttanfyri Ísvirkið og las í eini Walt Slade-bók, men tað vildi so til, at hann skuldi koyra samstundis. Hevði hann bara minst til at sett bilin í fyrsta gear, so var hann sloppin undan kavinum. Bilurin stóð í bakkgeari, og Sallaba koyrdi útav kaikantinum og varð milt sagt nakað vátur.

Um henda søgan passar, veit jeg ikki, men jeg ivist. Jeg ivist eisini í, um søgan um pápan og sonin, ið gingu inneftir veg, passar. Altso, maðurin, ið leiddi sín lítla son, fór inneftir veg, og hann møtti tveimum monnum, ið gingu úteftir veg. Hesir báðir steðga á, og annar sigur við mannin, sum kom inneftir veg við soninum: "Tað er heilt fantastiskt, sum drongurin líkist tær nógv!" "Skít veri við tí," var hin upp á ektaðan tvøramanér skjótur av skoyta uppí, "bara hann trívist!"

Um veturin var skreiðisesong. Her vóru træskoytur, sum Blikksláarin legði zink uppundir, jarnskoytur, sletur, sparkarar og tunnufjalar, ið vórðu brúktar sum skíðir. Onkur fekk sær eikifjalar á bedingini, og bedingsmenninir rendu fjalarnar ígjøgnum fresaran við høvlinum á verkstaðnum og voksaðu tær, so at tær vóru næstan líka so góðar og fínar sum ordiligar skíðir. Eftirlit var einki, so tað bar saktans til at fara sjálvur oman á bedingina og starta maskinurnar. Eitt ótrúligt uppfinnsemi. Tað kom serliga til sjóndar á Posthúsbrekkuni og Kongabrekkuni. Á vegnum millum Posthúsbrekkuna og Kongabrekkuna stóðu vaktir og ansaðu eftir, at eingin bilur kom og forðaði skreiðifjøldini heilt har uppi, omanfyri skúlan, við trappuna hjá Brústsukurkonuni, at fúka avstað omaneftir brekkunum. Tað vóru so fáir bilar at ansa eftir. Her vóru bara Niels hjá Seyðamanninum, Niels í Froðba, Mortan hjá Rudolf, Arni hjá Lisabeth í Skorti, Oluf hjá Johannesi, Niels hjá Persson, Poul Sigurd, Sallaba, Hartmann og so onkur aftrat, sum jeg havi gloymt í løtuni. Tað var ikki sum nú, ið alt samfelagið er um at hokna niður av bilaferðslu. Nei, nei, fyrr í tíðini hoyrdi tú vaktina á vegnum rópa: "Ein bilur!" Bilurin koyrdi framvið, og so setti alt á har uppi – á træskoytum, jarnskoytum, heimagjørdum sletum, streymlinjaðum stýrisletum, linoleum, congoleum, voksdúki, sparkarum og takplátum. Apropos sparkarar, so endaði ein kendur maður her á plássinum í trappuni á Ísvirkinum. Sparkarin brotnaði, men ribbaldurin slapp óskalaður frá óhappinum. Og nú mundi jeg gloymt Otto. Hann fór, Gud hjálpi tú mær, á súkklu omaneftir brekkunum, ýlandi "av vegnum!". Hann traðkaði í pedalurnar, og ferðin var øgilig. So øgilig, at hann fór í einum mjúkum boga út av kaikantinum og lúkst á sjógv. At bremsa var ikki hugsingur um, her var jú glerstoytt.

Slit kom á glerið, sum vera man, og steinar komu undan soleiðis, at meira enn ein skoyturennari skreiddi á skervi og fór sveimandi gjøgnum luftina og endaði á síni meiddu reyv nakað niðanfyri Ísvirkið.

Tvøroyri gekk eisini undan við motorsúkklum. Her dundraðu Triumph, BSA, Nimbus, DKW, BMW og Horex aftur og fram gjøgnum bygdina kvøld eftir kvøld bara til stuttleikar. Tó so, Heini Nygaard fór hvønn tann einasta gerandisdag í døgurðatímanum heilt av Torvheyggi til Ørðavíkar eftir mjólk á síni BSA, sum pápi hansara, Knút Nygaard, lækni, keypti í 1950, og Heini koyrdi skjótt, tí at døgurðatímin vardi ein tíma, hvørki meir ella minni.

Við síðuna av Konditaranum var Meiaríið. Á Meiarínum arbeiddu Meiaristurin og Ernst á Meiarínum. Mjólkin kom millum annað við Mjólkarbátinum. Á Meirarínum gjørdu teir margarin – Suðuroyar Margarin. Tað var nógv gulari og sostatt nógv flottari enn Vita-margarin úr Havn. Tað var heilt ófatiligt at síggja Meiaristin og Ernst á Meiarínum falda margarinpappírið um margarinið, sum var í formi, ið líktist kakuformi. Tað skuldi ganga skjótt at pakka, og tað gekk so skjótt, at tú fekst næstan ikki fylgt við ta løtuna, tað tók at keypa ein pott av mjólk í aluminiumsmjólkarspann.

Yvir av Meiarínum, hinumegin vegin, var Bókbindarin. Har arbeiddu Arni hjá Bókbindaranum og Erning hjá Bókbindaranum. Har var ikki bara pappír og blýantar og pennar at fáa. Nei, har kundi tú hálvvaksin keypa salónriflur, luftbyrsur, patrónir og kúlur, og eitt skifti kundi tú keypa brúktar polititraðkisúkklur har fyri 100 krónur stykkið.

Á Tanganum búði Magnus hjá Poul í Stovu. Umframt at vera sunnudagsskúlalærari koyrdi hann lastbil og seldi madrassur og skógvar. Hann var so fittur, at mann slapp at betala ein hálvan skógv í senn.

Jú, tað vóru tíðir. Tað vóru løtur. Alt hetta ljóðar so ævintýrkent og spennandi. Tað var tað eisini, men ofta er nostalgiin litríkari og romantiskari enn dagsins veruleiki. Tað var ikki serliga romantiskt at skula upp til eksamiu og fáa karakterir heilt frá 1. klassa til 4. real, tí tú kundi dumpa longu í 1. klassa.

Kortini er so mangt annað at minnast, ið var beinleiðis romantiskt, spennandi og stuttligt. Til dømis at fara upp eftir gongubrúnni heilt upp í tornið á Drelnesi, sum nú eitur SALT. Einki var forboðið. Eingin kom eftir tær, um tú svam tvørtur um fjørðin, væl at merkja heilt har inni á Tanganum. Eingin kom eftir tær, tá ið tú kundi rógva langt út á fjørðin á tínum heimagjørda flaka við gron og húsi omaná og kavaði av flakanum. Tann einasti, ið kanska kundi rópa eftir tær, var Jens á Hvítanesi, tá ið mann hevði stjolið fýramannafarið, Dilledalla, frá honum. Tá kundi hann finna upp á at rópa: "Komið í land við bátinum!"

SALT er vorðið eitt tað fínasta og besta mentanarhús í Norðurhøvum. Her eru akustisk viðurskifti í avgjørdum heimsklassa. Ótrúligt, at siloin, ið stóð til at rapa, skuldi reisast aftur í so framúrskarandi líki. Ein mentanarligur stoltleiki á Tvøroyri.

Frá útróðri við installeringum, fjarðarsnøri og nótakasti eftir fjarðarsild og seiði leggja nú av heimsins mest framkomnu uppsjóvarskipum við síni dýrabaru last at á Tvøroyri.

Her er bjørt framtíðarvón og -útlit, ið varðveita Tvøroyri til tað, býurin hevur uppiborið, droymt um og stríðst fyri.

Hyggur tú heilt inn í hagan, djúpt inni í Trongisvági, sært tú tunnilsmunnan, ið varð latin upp tann 8. mai í ár. Tann nýggja, toppmodernaða Hvalbiartunellin er eitt spildurnýtt portur til grannarnar fyri norðan í Hvalba og Sandvík. Hovstunellin hevur stytt vegin til grannarnar fyri sunnan, Ørðavík, Hov, Porkeri, Nes og Vág, og haðani er stutt til Lopra, Akrar, Víkarbyrgi og Sumbiar, og vónandi verður ongantíð ov skjótt sett hol á fjallið fyri vestan til Fámjins. Tað er næstan meir enn nakað annað tiltrongt.

Um Tvøroyri so verður miðdepilin í Suðuroynni er ein annar spurningur. Tað fer tíðin at vísa, men tað er heldur ikki tað týdningarmesta, tí at tað týdningarmesta og besta er, at Suðuroyggin verður ein miðdepil í Føroyum, um enn oyggin enn er skild frá meginlandinum í sjóvegis frástøðu.

Jóansøkan, ið hesa ferð er her á Tvøroyri, er ein oyggjarstevna, ið knýtir fólk saman í ítrótti og gaman. Næsta ár er jóansøka í Vági, men hvat ger tað? Koyrir tú ólógliga skjótt, er eitt korter til Vágs, og koyrir tú lógliga, tekur tað hóast alt ikki meira enn 20 minuttir. Um tvey ár er jóansøka á Tvøroyri, og tá fara tvørafólk aftur at taka ímóti øllum suðuroyingum við gleði. Akkurát sum Leivur Nygaard gjørdi, tá ið hann bað sín góða vin, vágbingin Torkil Strøm, koma til Tvøroyrar á nostalgidiskotek í fyrraárið. Leivur lovaði Torkil, at kom hann norður á hálvfjerðsaradiskotek, skuldi hann spæla Baberara fyri honum.

So, hvat feilar! Her er einki problem á jóansøku. Her er bara stuttligt, hugnaligt og gott at vera.

Góðu jóansøkufólk. Takk fyri høvið hjá mær at standa her hesa løtu. Tað er ein heiður. Takk fyri móttøkuna.

Áhaldandi góða jóansøku, øll somul!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder