Mentan

Miksað sær egna sild úr Føroyum

Føroysk kryddsild er í miðdeplinum á Sildadegnum í Klädesholmen

2019-06-06 17:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Svøríki er tað at eta sild ein fastur táttur tá tjóðardagurin 6. juni skal hátíðarhaldast. Yvirhøvur eta sviar nógva sild, og tað kemur virkinum Tavuni í Leirvík til góðar, nú ein av stóru framleiðarunum á hesum økinum, Klädesholmen Seafood hevur fingið eyguni upp fyri góðskuni á føroysku sildini, sum Tavan hevur at bjóða.

Les eisini: Merkið við á svenska tjóðardegnum í Klädesholmen 

Tað er bert Tavan í Leirvík, sum keypir sild frá føroysku skipunum til víðari góðsking. Í fjør flakti Tavan 500 tons av føroyskari sild, skar hana í bitar og legði hana í kryddlaka í tunnur eftir svenskum forskriftum.

Tá hugsað verður um, at føroyska sildakvotan er 120.000 tons, so má sigast, at tað bert er lítil partur, sum verður víðarivirkaður til matna í Føroyum, og nóg mikið skuldi tí verið at tikið av.

Tavan hevur eisini, sum skilst, ætlanir um at virka meira sild, so hvørt sum marknaðurin letur seg upp, og í ár eru ætlanir um at lata svensku fyritøkuni marineraða sild eisini.

Tá Ingvar Joensen, stjóri á Tavuni, saman við Johan Mortensen, marknaðarmennara, í dag vóru til Sillens Dag í Klädesholmen í vesturgötlendska skergarðinum, kundu teir við egnum eygum uppliva hvussu væl sviar taka ímóti føroysku kryddsildini.

Í sambandi við henda serliga sildadagin er møguleiki at keypa sær sild í laka, sum kundin sjálvur setir saman. Og sildabitarnir, sum skulu í gløsini, eru teir bitarnir, sum í fjørheyst vórðu lagdir í bláar tunnur saman við serligum kryddlaka á virkinum í Leirvík.

Les: Kryddaðir sildabitar av Norðingi til Svøríkis 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder