Innanlands

Millum 400 og 500 hvalir lagt beinini í dag

Fyrrapartin í morgin verður greitt nær seðlarnir frá grindunum í Vestmanna og í Leynum koma út, sigur sýslumaðurin

Vestmanna seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Vestmanna seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-14 22:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvær grindir, sum eru funnar norðanfyri Slættanestanga, hava í dag lagt beinini í Vestmanna og í Leynum.

Enn er ikki liðugt at fáa hvalirnar upp á keiina í vestmanna, men mett verður at talan er um einar 250 hvalir.

Í Leynum var grind hildin til um hálvgun níggju tíðina, og har verður mett nakað tað sama sum í Vestmanna, einir 250 hvalir.

Altso eru einir 400-500 hvalir dripnir í dag.

Kristjan Martin Joensen, sýslumaður, sigur við jn.fo, at tað enn ikki er greitt nær seðlarnir koma út, men tað verður meira at frætta um hetta fyrrapartin í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder