Aura, við eftirnavninum Petersen, er hálvur klaksvíksingur. Hon hevur longu í sínum unga aldri luttikið í fleiri sangkappingum og sungið almenn í Klaipéda og heimlandi sínum Litava, har hon býr og gongur í skúla.
Men í Føroyum og aðrastaðni við, kenna mong ta vøkru og fittu røddina frá sanginum og videolagnum "What if it were me", har Aura spælir ein stóran og góðan leiklut.
Kór og røddir syngja William Niclassen og systir hansara Klara. Tað er Mikkjal Hvannastein, ið hevur innspælt ljóðførini og saman við Steintór lagt sangin til rættis og ljóðblandað.
"Mín skúlataska" verður fyribils at hoyra YouTube. Men seinni í árinum verður sangurin at finna á Spotify, og hann verður eisini við á nýggjari útgávu saman við fleiri barna- og ungdómssangum, sum Steintór Rasmussen hevur skrivað.
Fyrr í summar eru sangirnir og videoløgini "Eg tími ikki í skúla" og "Gott at vera barn í Føroyum" givnir út av sama sanghøvunda. Næstu løgini í røðini eru "Mister Áttabein" og "Tú ert hon".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald