Nú koronasmittan aftur er staðfest í Føroyum minna myndugleikarnir aftur fólk á sjúkyeðkennini, og heita á fólk um at seta seg í samband við kommunulæknan beinanvegin, um ein kennir seg sjúkan.
Sjúkueyðkennini minna vanliga um aðrar krímsjúkur. Tú kanst fáa fepur, vøddapinu, turran hosta og ilt í hálsin, skrivar almenna heimasíðan í sambandi við smittuna, corona.fo.
Minni vanlig sjúkueyðkenni eru millum annað kuldasjálvti, manglandi matarlystur, kvalma og tipta ella rennandi nøs.
- Um tú merkir tær okkurt, ver so heima og ring til læknan beinanvegin, so tú skjótast gjørligt kanst lata teg kanna, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald