Í dag eru 23 ár síðan, at næstan 3.000 fólk mistu lívið í yvirgangsálopinum móti USA hin 11. september 2001.
Millum tey nógvu, sum hava tikið lut í minningarhaldinum í New York í dag, eru høvuðspersónarnar í forsetavalstríðnum, sum nú er komið í hæddina.
Bæði Joe Biden, forseti, Kamala Harris, varaforseti, Donald Trump, forsetavalevni, og J.D. Vance, varaforsetavalevni, vóru í dag við til eitt minningarhald í New York, har sum World Trade Center stóð.
Bæði Trump, Biden og Harris boðaðu frá, at tey seinni í dag fara til Shanksville í Pannsylvania, har United 93 flogfarið datt niður, eftir at ferðafólkini høvdu tikið ræðið av flogrænarunum umborð.
Eftir støðgin í Pennsylvania, flúgva Biden og Harris víðari til Washington D.C. har tey vera við í minningarhaldinum við Pentagon, sum eisini varð rakt av einum rændum flogfari.
Myndir: EPA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald