Innanlands

Minningarorð um Hans Jákup Simonsen

Vit í Reyða Krossi drýpa høvur, nú vit fingu boðini, at ein av okkara trúgvu og sera dugnaligu stuðlum Hans Jákup Simonsen var farin um sýn jóansøkudag

2023-06-28 15:00 Author image
Minningarorð / Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya
placeholder

Vit í Reyða Krossi drýpa høvur, nú vit fingu boðini, at ein av okkara trúgvu og sera dugnaligu stuðlum Hans Jákup Simonsen var farin um sýn jóansøkudag.

Hans Jákup Simonsen var føddur 29. jan. 1948 og var sostatt 75 ár, nú fjørðurin var rógvin. Hann vaks upp á Heygsbreyt í Havn, men búsettist hann og konan Poula á Signabø. Tey fingu trý børn saman, Jákup, Annie og Marionnu, sum øll búgva í Danmark. Hansara lívsstarv var at virka sum narkosulækni á Landssjúkrahúsinum.

Vit í Reyða Krossi minnast fyrst og fremst Hans Jákup fyri hansara stóra arbeiði sum sjálvboðin og nevndarlimur í Reyða Krossi. So seint sum tveir dagar fyri, at hann andaðist, sótu vit á fundi í nevndini. Hann var tá, sum altíð, postivur og konstruktivur og kom við góðum ráðum. Vit onnur kendu okkum trygg at hava Hans Jákup við okkara lið, tí hann hevði virðismikla vitan. Tað fer veruliga at merkjast, nú hann ikki longur situr við borðið.

Tað vóru serliga innan tvey virksemisøki, at vit onnur nutu væl av hansara førleikum. Annað var fyrstuhjálpartænastan og hitt var samarittartænastan.

Tað var so hugaligt at síggja hansara eldhuga, tá nýggja føroyska Fyrstuhjálparbókin skuldi skrivast. Hann kom við fakliga væl grundaðum sjónarmiðum um broytingar, sum eisini danir hava tikið til sín. Hansara grundhugsan var alla tíðina, at fyrstahjálpin skuldi byggja á nýggjastu vitanina, og at tað sjálvandi skuldi undirvísast við føroyskari lærubók.

Sama eldhuga hevði Hans Jákup eisini fyri samarittunum. Sum tann nevndarlimurin, sum hevði best innlit í fakliga arbeiðið hjá samarittunum, so var tað eisini ein sjálvfylgja, at hann átók sær henda partin av nevndararbeiðinum, og soleiðis virkaði hann sum liðlækni. Hann undirstrikaði ferð aftan á ferð, hvussu týdningarmikið arbeiðið, sum samarittarnir gera eitt nú á stevnum, festivalur o.l., er. Og hetta hava eisini myndugleikarnir ásanna, eitt nú løgreglan.

Tað mest áhugaverda við Hans Jákupi var málið um at gera viðurskiftini betur. Eitt nú mælti hann til broytingar í mannagongdum hjá samarittunum, sum hava ført til, at eisini danir nú endurskoða sínar mannagongdir. Hann greiddi okkum frá um eina broytta mannagongd hjá samarittunum á okkara seinasta nevndarfundi saman tórsdagin í seinastu viku. Hetta var eitt øki, sum upptók hann nógv, og tað var so týðiligt fyri okkum onnur, at hetta brendi hann veruliga fyri.

Tá ein arbeiðir í einum hjálparfelagsskapi sum Reyði Krossur, so er hetta sjálvsagt eitt serligt umhvørvi. Vit eru øll sjálvboðin, og tí er eisini virðingin okkara millum serlig. Vit geva øll nakað av okkum sjálvum fyri eina góða søk, og tí er virðingin fyri hvørjum øðrum eisini merkt av, at vit øll eru á jøvnum føti. Uttan mun til, hvar vit áður hava arbeitt, so eru vit eins, tá vit virka í Reyða Krossi. Hesar eginleikar livdi Hans Jákup væl og virðiliga upp til, og tí var hann eisini væl lýddur millum øll onnur í felagsskapinum.

Tað verður tómligt næstu ferð vit møtast til fundar, tí eingin væl upplagdur Hans Jákup er har. Men eisini samarittar og fyrstuhjálparinstruktørar og mong onnur í Reyða Krossi fara sjálvandi at sakna henda blídliga og trúgva mannin.

Men okkara saknur kann ikki samanberast við tann sakn, sum tit hansara nærmastu kenna í hesum døgum. Vit senda tykkum okkara hjartaligastu samkenslukvøður.

Við hesum orðum lýsa vit í Reyða Krossi frið yvir minnið um Hans Jákup Simonsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder