Minst 13 fólk hava latið lív í Ukraina orsaka av russiskum rakett- og dronuálopum. Níggju í Dnipro og fýra í høvuðsstaðnum, Kyiv. Talan er um ógvusligasta álopið á ukrainska høvuðsstaðin seinastu mánaðirnar.
Fleiri fólk fingu skaða, eisini børn, eftir at íbúðarhús vórðu rakt, og bjargingarlið hava í morgun leita í húsaleivdunum, eftir fólkum, ið møguliga lógu undir, skrivar BBC.
Loftávaringarnar ljóðaðu um tað mesta av landinum í morgun.
Russiska verjumálaráðið hevur sagt, at álopini eru svar upp á fleiri ukrainsk álop á Russland hesa seinastu tíðina.
Í farnu viku boðaði Moskva frá, at tey fóru at fremja skipað alop á Ukraina aftur fyri eitt álvarsligt álop á eitt skúlaheim í hersetta partinum av eystara Ukraina herfyri.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskij, heitti í nátt á borgararnar um av vera ansnir, tí roknast kundi við ógvusligum álopum frá russiskari síðu.
Nógv fólk leitaðu sær skjól í hesari metro-støðini í Kyiv í nátt (Mynd: Tetiana Dzhafarova/AFP/Ritzau Scanpix)
Í morgun upplýsti Zelenskij, at Russland hevði sent 656 álopsdronur og 73 rakettir av ymsum slag avstað móti Ukraina.
- Vit hava bráfeingis tørv á hjálp frá USA at veita okkum Patriot-skipanir, segði ukrainski forsetin, og skipaði til amerikanskan útbúnað, sum kann brúkast at órógva og tileinkisgera russiskar rakettir.
Eftir amerikansku og ísraelsku álopini á Iran, hevur Ukraina ikki havt eins góðar møguleikar at verja seg móti russiskum rakettum. Og síðan Trump forseti í fjør støðgaði veitingunum til Ukraina, hevur ukrainski herurin fingið amerikansku rakettirnar umvegis evropeiskar sameindar, sum hava keypt tær úr USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald