Minst 30 fólk eru deyð í Japan eftir fleiri jarðskjálvtar, harav tann harðasti hevði eina styrki á 7,6. Tað upplýsa lokalir myndugleikar, sambært Reuters tíðindastovan í morgun.
Fumio Kishida, forsætisráðharri, segði í nátt, at arbeiðið við at bjarga teimum, ið eru rakt av skjálvtanum, er ein kapprenning móti tíðini.
Stór lið frá heimaverndini eru send til tey økini, ið eru harðast rakt av skjálvtunum. Umframt stóra skjálvtan á 7,6, sum rakti vesturstrondina á landinum, vóru eisini fleiri sjálvtar við eini styrki á umleið 6.
Sambært japansku veðurstovuni vóru tilsamans 155 skjálvtar. Teir flestu høvdu tó eina styrki á undir 3, skrivar Ritzau.
Økið Ishikawa, har harðastu skjálvtarnir raktu, upplivdi eisini fleiri smærri skjálvtar tíðliga í morgun, lokala tíð. Eftir hetta vórðu ávaringar um flóðaldur sendar út, bæði úr Japan og frá Suður- og Norðurkorea. Hesar ávaringar vórðu seinni avblástar.
Hetta vóru fyrstu álvarsligu ávaringarnar av hesum slag síðan jarðskjálvta- og tsunamivanlukkuna í mars 2011 í landnyðringspartinum av Japan.
Jarðskjálvtar eru vanligir í Japan. Hetta tí landið liggur í einum øki við trimum sokallaðum tektoniskum plátum. Av somu orsøk eru flestu bygningarnir í landinum bygdir til at kunna standa ímóti luftalsliga ógvusligum ristingum.
Skjálvtin í 2011 í landnyðringspartinum av Japan hevði eina styrki á 9. Tað skapti flóðaldur, harav nakrar vóru upp í tíggju metrar høgar. Yvir 15.000 fólk lótu lív í teirri hendingini. Ringast gekk tað út yvir kjarnorkuverkið í Fukushima, ið misti streymin, og harvið møguleikan fyri at køla kjarnorkureaktorarnar. Hetta førdi til úrlát av stórum mongdum av geislavirknum tilfari, sum dálkaði stór økir, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald