Minst 46 fólk eru funnin deyð í einum lastbili, sum stóð parkeraður í útjaðaranum av San Antonio í Texas mánakvøldið.
Tað hoyrdust neyðarróp frá økinum, har viðfestivognurin stóð, og tá løgreglan kom á staðið var tað ein ræðulig sjón, ið møtti teimum.
Inni í viðfestivogninum lógu minst 46 deyðir kroppar. Sambært einum talsmanni fyri bjargingartænastuna hevði deyðsorsøkin nakað við hitan at gera.
Tað vóru næstan 40 hitastig í San Antonio mánadagin. Sambært løgregluni høvdu fólkini í bilinum onki vatn.
Hildið verður, at um 100 fólk, øll migrantar, vóru í bilinum. 16 teirra vórðu flutt á sjúkrahús í økinum. Minst fýra teirra vóru børn, skrivar BBC:
- Hetta er ein ræðuligur sorgarleikur. Talan er um fólk, ið leitaðu higar fyri at finna eitt betri lív, sigur Ron Nirenberg, borgarstjóri í San Antonio.
William McManus, politiovasti, upplýsir, at tríggir persónar eru handtiknir, skuldsettir fyri at eiga ein leiklut í hendingini. Óvist er um lastsbilførarin er teirra millum.
San Antonio liggur um 250 metrar frá markinum til Meksiko. Fólkini í viðfestivotgninum eru helst øll komin ólógliga um markið úr Meksiko. Talið av ólógligum tilflytarum frá grannalandinum til Texas hevur verið methøgt í ár, skriva fjølmiðlarnir.
Enn er óvist hvaðani fólkini komu. Uttanríkisráðið í Meksiko hevur sent fólk frá lokala konsulatinum til staðið at kanna umstøðurnar. Sambært meksikanska uttanríkisráðharranum, Marcelo Ebrard, komu nøkur av fólkunum úr Guatemala.
AP skrivar at ongantíð fyrr hesi seinastu áratíggjuni eru so nógv fólk deyð upp á ein gang í samband við mannasmuggling úr Meksiko til USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald