Innanlands

Misálit á Ingilín D. Strøm helst lagt fyri tingið í dag

Tingfundur er settur at byrja klokkan 11. Verður misálit lagt fram, verður skráin ruddað, og farið verður beinleiðis undir at viðgera málið um misálit

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-10-24 08:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Munnligir fyrispurningar eru m.a. á skránni á løgtingsfundinum, sum er settur at byrja klokkan 11 fyrrapartin.

Men vandi er fyri, at fyrispurningarnir verða tiknir av skránni í dag. Tí andstøðan á tingi hevur boðað frá, at hon í dag fer at leggja eitt misálitisuppskot móti Ingilín D. Strøm, landssstýriskvinnu, orsaka av at hon skal hava sagt ósatt fyri tinginum í málinum viðvíkjandi Bústøðum.

Um eitt uppskot um misálit á landsstýrisfólk verður lagt fram, verða øll onnur mál á tingið løgd til viks, og farið verður beinanvegin undir at viðgera hetta uppskotið.

Spurningurin er so nær á tingfundinum, at møguliga misálitisuppskotið verður lagt fram.

Á skránni fyri tingfundin í dag er fyrst ein triðja viðgerð av ríkislógartilmælinum at staðfesta danska floksstuðulin til føroyskar flokkar í sambandi við fólkatingsval. Síðan eru munnligir fyrispurningar á skránni, og seinasta mál er orðaskiftið um eitt svar upp á skrivligan fyrispurning frá Bárði á Lakjuni, sum hevur spurt Djóna N. Joensen, landsstýrismann um eftirmetingina av almennu skíggjaráðunum frá 2021. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder