Innanlands

Misálit móti Ingilín D. Strøm nú lagt fram

Tingfundurin niðurlagdur – verður uppafturtikin kl. 11.40

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, kunngjørdi uppskotið um misálit fyri løtu síðani

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, kunngjørdi uppskotið um misálit fyri løtu síðani

2024-10-24 11:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið fer nú undir at viðgera eitt uppskot um misálit á Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu.

Uppskotið varð lagt fram av formonnunum í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum.

Tingfundurin byrjaði sambært dagsskránni.

Fyrst samtykti løgtingið at seta í gildi donsku floksstuðulslógina, sum ongantíð er lýst at verða galdandi fyri Føroyar.

Fólkaflokkurin, Framsókn og Tjóðveldi atkvøddu ímóti, men tað var ikki nógmikið at fella uppskotið, tí Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin atkvøddu fyri, og uppskotið var sostatt samtykt við 18 atkvøðum fyri og 14 ímóti. Harvið fáa flokkarnir framvegis pengar í mun til atkvøðutalið á fólkatingsvalum í komandi tíðum.

Onki orðaskifti varð í sambandi við hesa 3. viðgerðina.

Eftir at Ruth Vang hevði svara tí fyrsta av fimm munnligum fyrispurningum til landsstýrisfólk í dag, kom so uppskotið um misálit.

Bjørt Samuelsen sleit tí fundin, fyri at geva tingfólkum stundir at seta seg inn í málið. Fundurin verður tikin uppaftur kl. 11.40

Uppskotið sæst her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder