2023-10-25 13:34
Bæði í gjár og mánadagin vóru barnamøti á skránni í KFUM & K. Hesi settu gongd á missiónsvikuna í Klaksvík, sum heldur fram í kvøld.
Møti er á skránni við Ólavi Jacobsen og Grønt Gras framførir. Frá nú og fram til sunnudagin er møti á skránni hvørt kvøld við talum og sangframførslum.
Fríggjakvøldið er talan um ungdómsmøti, og sunnudagin er eisini sunnudagsskúli. Sí alla skránna her:
KFUM & K Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald