Beint eftir klokkan eitt í gjár fekk løgreglan boð frá einum óttafullum pápa, sum bað um hjálp, tí tey ikki funnu 10 ára gomlu dóttrina.
Tey vóru ein gongutúr uppi á Klakki á Borðoynni, men knappliga mistu dey dóttrina burtur í mjørkanum. Tey høvdu leitað og rópt, men ikki funnið hana, og sóu ikki aðrar møguleikar enn at biðja um hjálp.
Løgreglan gjørdi klárt at fara í gongd við at leita í fjøllunum. Løgregla og tilbúgvingarleiðarin í Klaksvík vórðu fráboðað, tey fingu fatur í dronur og hundar, og høvdu sent fráboðan til bjargingartyrlu og bjargingarbátin Ziska um at hjálpa til við leitingini.
Men áðrenn tann heilt stóra leitingin varð sett í verk, ringdi pápin aftur og boðaði frá, at gentan nú varð funnin. Hon hevði svarað rópunum, og nú var familjan aftur savnað í øllum góðum.
Fráboðanin til løgregluna kom klokkan 13.09 og klokkan 13.43 ringdi pápin aftur og boðaði frá, at gentan varð funnin, so tann 10 ára gamla hevði verið burtur frá foreldrunum í mjørkanum í ein góðan hálvan tíma áðrenn alt endaði aftur í øllum góðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald