Innanlands

Mítt endamál er at Huawei fær eina rættvísa viðferð

Kinesiski sendiharrin í Danmark vísir aftur, at hann hevur hótt føroyingar við handilsavtalu

Feng Tie, kinesiski sendiharrin í Danmark (savnsmynd)

Feng Tie, kinesiski sendiharrin í Danmark (savnsmynd)

2019-12-15 19:47 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Kinesiski sendiharrin sigur í samrøðu við DR, at hann ikki hevur hótt føroyingar.

“Eg havi uppá ongan máta hótt teir føroysku politikararnir” sigur Feng Tie.

Seinastu vikurnar er kinesiski sendiharrin lagdur undir at hava hótt føroyingar, við at um Føroya Tele ikki velur Huawei sum 5G veitara, so fær Føroyar onga fríhandilsavtalu við Kina.

Kinesiski sendiharrin viðurkennir at tað bleiv tosa um Huawai á fundinum við løgmann Bárður á Steig Nielsen.   

“Sum kinesiskur sendiharri í Danmark er tað mítt arbeiði og skylda at hava fundir við føroysakar politikarar, fyri at tryggja at Huawei fær eina rættvísa viðferð uttan mismun. So mítt endamál við at fara til Føroyar er einkult – at tryggja at Huawei fær eina rættvísta viðferð.”  Sigur Feng Tie við DR.

Sendiharrin vil ikki uppá um ein handilsavtala stendur og fellur við um Føroyar velja Huawei.

“Eg skifti orð um nógv ting við føroyingar, bæði Huawei og handilssambond. Men vanliga fortelur man ikki almenninginum hvat verður tosa um handa afturlatnar dyr. Tað er vanligur diplomatiskur vani.” Sigur Feng Tie sum eisni undirstrikar at hann ikki hótti Føroyingar, “og tað hava føroyingarnir eisini vátta” sigur hann.

Fleiri danskir politikarar hava ávara ímóti Huawei, tí teir óttast at Kina kann nýta tøknina til njósning.

“Tað er eitt lítið land, men eisini eitt viljasterkt fólk. So er eri vísur í at teir taka tí røttu avgerðina.” Sigur Feng Tie at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder