Bókasavnið er heimsins kollektiva minni - men tað stendur fyri falli í talgildu menningini.
Tað helt italski Umberto Eco, ið er evnið í heimildarfilminum, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin 17. januar klokkan 20.
Nýggi italski heimildarfilmurin, Mítt italska bókasavn, er ein rundferð í stóra savninum hjá Eco. Heimskendi høvundurin og teinkjarin hevur hugtikið allan heimin við metsølubókum. Fyrsta skaldsøgan var hin altjóða viðurkenda Il nome della rosa (1980), sum í enskari týðin bar heitið The Name of the Rose (1983), sum franski Jean-Jacques Annaud gjørdi til film í 1986. Tá vísti Filmsfelagið henda týdningarmikla film, sum við Sean Connery í høvuðsleiklutinum, viðgjørdi sjálvbestaltaðu atgongdina hjá teim skriftlærdu til maktina og tørvin á at halda onnur burtur frá maktini.
Umframt mongu skaldsøgurnar, stóð eisini eitt stórt bókasavn eftir Umberto Eco, tá hann andaðist 84 ára gamal í 2016. Við fleiri enn 30.000 samtíðar- eins og søguligum bókum, varð hetta ein so hugtakandi verð, at virðislønti leikstjórin Davide Ferrario (f.1956) vildi gera film úr bókasavninum, innan tað fór í ymsar ættir og endaliga varð latið italska statinum.
Filmurin er ein intelektuell og visuell ferð gjøgnum ein hugtakandi bókaheim, sum sambært Eco, stendur fyri falli og fer at hvørva í talgildu menningini. Filmurin lýsir ikki bara privata bókasavnið á hillunum, men eisini tankarnar hjá Eco um bókasavnið sum heimsins kollektiva minni, skrivar Filmsfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald