2018-07-13 20:15
Flogferðslan hevur verið órógvað í allan dag orsaka av nógva mjørkanum, sum hevur verið í Vágum í dag.
Javnan hevur tað verið SAS, sum hevur avlýst ferðir, men mjørkin hevur eisini noytt Atlantsflog at gera broytingar, og okkurt flogfar er farið til Bergen.
Í skrivandi stund eru tvey flogfør hjá Atlantsflog yvir Føroyum í holding - tað vil siga at tey bíða eftir líkindum at lenda.
Eftir ætlan lendir annað hvørja løtu meðan hitt lendir hálvgun níggju. Síðsta flogfarið í dag lendir eftir ætlan klokkan 01:45 í nátt.
SAS avlýsti sína flogferð til Føroya seinnapartin.
Dagføring 21:30: Bæði flogførini, sum vóru yvir Føroyum fyrr í kvøld eru lend
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald