Bill Withers, amerikanski soulsangarin, sum í sjeytiárunum sang ”Ain’t No Sunshine” og ”Lean on Me” er deyður, 81 ára gamal. Orsøkin er hjartatrupulleikar, upplýsir familjan, sambært BBC.
Sangarin doyði máadagin í heimi sínum í Los Angeles, sigur familjan við Associated Press.
Bill Withers verður lýstur av sínum nærmastu, sum ”einsamallur maður við hjarta fyri at sameina heimin. Hann tosaði ærliga við fólk og bant tey saman”.
Við síni mjúku bariton-rødd og oyðslutu arrangementum bergtók hann áhoyraran við 70-ara sangum sum ”Just Two of Us”, ”Lovely Day” og ”Use Me”.
Á ”Lovely Day”, setti hann met fyri longsta áhaldandi tónan í einum amerikanskum hitti. Hann helt tónan E4 í 18 sekund.
Hóast hann gavst at spæla tónleik inn í 1985, hevur tónleikurin hansara støðugt verið íblástur fyri R&B og hip-hop tónleikarar.
Sangurin ”Lean on Me” hevur verið nógv brúktur hesa seinastu tíðina av fólki, sum hava vilja víst samhuga og stuðul til heilsustarvsfólk í hesum korona tíðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald