placeholder
Innanlands

Móðurmálið – grundarlagið undir allari læring

Arbeiðið við føroyskum byrjar ikki í fyrsta flokki. Tað byrjar longu heima og á dagstovninum

- At styrkja móðurmálið er ikki bara ein spurningur um góða stavseting. Tað er ein av teimum týdningarmestu íløgunum, vit kunnu gera til frama fyri føroyska samfelagið og framtíðina

- At styrkja móðurmálið er ikki bara ein spurningur um góða stavseting. Tað er ein av teimum týdningarmestu íløgunum, vit kunnu gera til frama fyri føroyska samfelagið og framtíðina

2026-08-04 19:36 Author image
Skúlablaðið/Eyðbjartur S. Skaalum
placeholder

Seinastu árini hevur nógv verið tosað um lesivanar, skíggjanýtslu og málmenning hjá børnum. Bæði lærarar, námsfrøðingar og granskarar hava víst á, at nógv børn hava minni orðfeingi enn áður. Tað skulu vit taka taka í størsta álvara, tí móðurmálið er grundarlagið undir allari læring.

Tá eitt barn byrjar í skúla, eru fortreytirnar ymiskar. Summi hava fingið nógv orð gjøgnum samrøður, søgulestur og sang, meðan onnur hava havt færri slík høvi. Hetta merkist beinanvegin, tí málið er lykilin til at skilja undirvísingina, lesa uppgávur og seta orð á egnar tankar og kenslur.

Tí byrjar arbeiðið við føroyskum ikki í fyrsta flokki. Tað byrjar longu heima og á dagstovninum.

Tá vaksin lesa fyri børnum, tosa saman og geva teimum tíð at seta spurningar, verður orðfeingið størri, og børnini fáa betri fortreytir at læra. Dagstovnarnir hava tí ein týdningarmiklan leiklut í málmenningini, og arbeiðið við málinum eigur at verða ein sjálvsagdur partur av gerandegnum.

Lesing hevur framvegis ein serstakan týdning. Tá børn lesa bøkur, venja tey bæði lesiførleika, hugflog og evni at skilja samanhang. Eingin skíggi ella stutt filmsbrot kunnu ger tað, ið bókin ger.

Eitt sterkt føroyskt mál er heldur ikki ein forðing fyri at læra fremmandamál. Tvørturímóti vísa kanningar, at børn við einum góðum móðurmáli hava lættari við at læra onnur mál. Tí eru føroyskt og enskt ikki mótsetningar – tey styrkja hvørt annað.

Móðurmálið er heldur ikki bara ein lærugrein. Tað er amboðið, sum allar aðrar lærugreinir byggja á. Næmingurin skal skilja uppgávuna í støddfrøði, lesa tekstir í søgu og skriva frágreiðingar í náttúrulærugreinunum. Uttan gott mál verða allar hesar uppgávurnar truplar.

Tí hevur tað týdning, at vit styrkja føroyska málið, tað hevur týdning, at vit, øll í felag, vísa tí ans, so vit framtíðartryggja málið. Málið er lykilin til framtíðina. Uttan eitt ríkt móðurmál, verður trupult at fóta sær í samfelagnum.

Ábyrgdin liggur ikki bara hjá skúlanum. Foreldur, dagstovnar, skúlar og politiska skipanin hava øll sín leiklut. Sín leiklut, sum má lyftast í felag.
Smáar gerðir – sum at lesa eina bók saman, syngja, siga søgur og geva børnum tíð at tosa – kunnu gera stóran mun.

Føroyskt er meira enn eitt samskiftisamboð. Tað er okkara mentan, okkara søga og okkara samleiki. Gjøgnum málið geva vit virði, søgur og mentanararv víðari til komandi ættarlið.

Eitt er, at vit í hesum døgum varpa ljós á, at føroysk børn ikki duga málið væl. Men tað er ein avbjóðing, at øll børn, sum koma fremmandmælt til Føroya at seta búgv, ikki fáa javnbjóðis undirvísing í málinum.
Vit mugu arbeiða fyri at fáa sett fleiri móttøkuflokkar á stovn, so hesi børn læra málið. Vit hava útbúnar lærarar til endamálið. Men vit mangla játtanina!

Foreldur teirra duga ikki málið, tí má grundin leggjast í skúlum, á stovnum v.m. Møguliga eigur tað at verða sett krav um, at tá ein kemur til Føroya, so skal ein hava nøkur grundskeið í málinum. Hetta ger arbeiði hjá okkum fakfólkum lættari, og hetta verður møguliga við til at tálma førenska málinum, sum vit møta so at siga hvønn dag. 

At styrkja móðurmálið er tí ikki bara ein spurningur um góða stavseting. Tað er ein av teimum týdningarmestu íløgunum, vit kunnu gera til frama fyri føroyska samfelagið og framtíðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder