Innanlands

Møguleiki at taka Miðnám í fýra ymiskum londum

Miðnámsskúlar í Føroyum, Danmark, Grønlandi og Íslandi eru í gongd við eitt øðrvísi og slóðbrótandi samstarv

Í norðuratlantiska flokkinum skal ein ganga eitt hálvt ár á Kambsdali, eitt hálvt ár í Reykjavík, eitt ár í Danmark og eitt í Grønlandi (Mynd: Pól Sundskarð)

Í norðuratlantiska flokkinum skal ein ganga eitt hálvt ár á Kambsdali, eitt hálvt ár í Reykjavík, eitt ár í Danmark og eitt í Grønlandi (Mynd: Pól Sundskarð)

2020-01-29 12:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað fyrsta árið ganga næmingarnir á Gribskov gymnasium í Norðursælandi, Danmark. Annað árið eru tey fyrst í Miðnámi á Kambsdali og síðani á Verzlunarskóla Íslands í Reykjavík. Og triðja árið verður tikið á GUX í Sisimiut, Grønlandi.

Soleiðis er studentatíðin uppdeild í tí norðuratlantiska studentaflokkin, sum er knýttur at Miðnámi á Kambsdali. Hendan serstaka útbúgvingin er eitt samstarv millum fýra studentaskúlar í hesum fýra Norðurlondunum.

Miðnám á Kambsdali skrivar, at fyrsti flokkurin av hesum slagnum gongur í løtuni á Gribskov gymnasium. Tvær føroyskar gentur eru í flokkinum, og í summar koma tær saman við ungum úr hinum trimum londunum at ganga í øðrum flokki á Kambsdali.

Til ber at søkja til flokkin komandi ár fram til 1. mars, og Miðnám á Kambsdali hevur í hesum sambandið opið hús mikudagin 5. februar, har nærri kunning um tilboðið verður veitt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder