Innanlands

Møguligt samstarv millum Tjóðskjalasavnið og FamilySearch

Ætlanin er at økja um talið av føroyskum skjølum um ættarbond og familjusøgu á internetinum

Torben Engbjerg, økisleiðari hjá FamilySearch, og Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum, uttanfyri skrivstovubygningin hjá Tjóðskjalasavninum

Torben Engbjerg, økisleiðari hjá FamilySearch, og Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum, uttanfyri skrivstovubygningin hjá Tjóðskjalasavninum

2020-10-03 13:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Herfyri var Torben Engbjerg, økisleiðari hjá FamilySearch á vitjan á Tjóðskjalasavninum. Felagsskapurin ynskir samstarv, um at talgilda eldri føroysk skjøl, sum onkursvegna skjalfesta ættarbond.

Endamálið er at leggja talgildu skjølini út á netið, so fólk kring allan heim fáa fyrimun av hesum.

–Vit eru ikki bert áhugaði í at skanna kirkjubøkur og fólkateljingar, men øll skjøl, sum siga nakað um lívið hjá forfedrum okkara” sigur Torben Engbjerg.

Fyri eini 12-13 árum síðani, fór Tjóðskjalasavnið sjálvt undir at skanna skjalatilfar av goymslunum, og fyri gott 10 árum síðani varð byrjað at leggja út á heimasíðuna www.history.fo.

– Henda heimasíða hevur verið eitt av okkara bestu brúkaraátøkum, sigur Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum.

Men orsakað av avmarkaðum tilfeingi, hava vit bert talgildað ein brøkpart av tí tilfari, sum kundi verið lagt á netið. Hesa avbjóðing kundi eitt samstarv við FamilySearch hjálpt til við at loyst.

FamilySearch, áður ‘The Genealogical Society of Utah’, verður rikin av ‘The Church of Jesus Christ of Latter-day Saints’. Kirkjan hevur høvuðssæti í Salt Lake City, Utah, USA, men hevur deildir kring allan heim. Familysearch hevur heimasíðu, har tey m.a. bjóða fólki møguleika fyri at granska í ætt og at brúka software til at skráseta ætt. Í dag verður heimasíðan hjá FamilySearch roknað, sum heimsins størsti pallur fyri ættargransking á netinum.

At granska ætt er nakað, sum limir í kirkjuni hava havt áhuga í, líka síðani kirkjan varð stovnað síðst í 1800-talinum. At byrja við ferðaðust tey úr USA til Evropa, fyri at skráseta ættarbond, m.a. við at skriva av upplýsingar um ættarbond í kirkjubókum. Seinni, miðskeiðis í 20. øld, varð farið undir at mikrofilma skjøl um allan heim, serliga kirkjubøkur og fólkateljingar.

Mikrofilmarnir hjá felagsskapinum hava verið varðveittir á goymslum í Granite Mountain Records Vault, nærhendis Salt Lake City. Avrit vóru eisini latin teimum skjalasøvnum, har skjølini stava frá. Tí hevur Tjóðskjalasavnið mikrofilmar á goymslu, við skanningum av m.ø. eldri kirkjubókum, sum hava verið nógv brúktir, m.a. av ættargranskarum.

Seinastu 10 árini ella so, er FamilySearch farið undir at skanna skjalatilfar, við tí endamáli at leggja út á netið. Felagsskapurin hevur samstarv við eini 10.000 skjalasøvn í meira enn 100 londum kring heimin, og hevur meira enn 200.000 sjálvboðin fólk, sum arbeiða við at talgilda (skanna) skjøl. Í vaksandi mun er felagsskapurin eisini farin at talgilda annað tilfar enn tað, sum sigur nakað beinleiðis um ættarbond, við tí endamáli, at geva fólki møguleika at granska ‘familjusøgu’ í breiðari merking.

Tað er í hesum sambandi, at felagsskapurin ynskir tættari samstarv við Tjóðskjalasavnið. Ein fortreyt fyri at FamilySearch kann seta av amboð og arbeiðsorku er, at tað í minsta lagi eru 300.000 skjøl at skanna.

Enn er ikki nøkur endalig avtala gjørd millum partarnar.

Fyribils hava Tjóðskjalasavnið og FamilySearch avtalað, at Tjóðskjalasavnið ger ein lista yvir skjøl, sum mett verða áhugaverd at skanna og leggja út á netið. Hetta kundi verið tær kirkjubøkur, sum higartil ikki eru skannaðar, ella onnur skjøl, sum beinleiðis ella óbeinleiðis siga nakað um ættarbond og familjusøgu, t.d. mynstringar. Tá listin er gjørdur, kunnu partarnir taka støðu til møguligt samstarv framyvir.

– Tjóðskjalasavnið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder