Innanlands

Moldvørpan grivin upp aftur í januar

22 fullsettar sýningar hava verið av leikinum á Tjóðpallinum. Gravgangur er eftir atgongumerkjum, og tí verður politiski skemtileikurin grivin upp aftur við fleiri sýningum aftaná jól

2022-12-18 16:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir 22 fullsettar sýningar er Moldvørpan farin í jólafrí. Men vegna gravgang eftir atgongumerkjum verður politiski skemtileikurin grivin upp aftur við fleiri sýningum í januar. Moldvørpan er ein stuttligur, stuttfluttur, føroyskt framleiddur skemtileikur, ið hevur fingið framúr góða móttøku og verður av mongum skýrdur sum ein tann stuttligasti leikur, tey hava sæð. 

Tá ið Per ein dagin missir sín samleika, byrjar tann stóra leitingin. Til hann endar út í Tinganesi og inni á løgmansskrivstovuni. Og har byrjar komedian. Hvat hendir við Stórtunlinum? Hvør skal hava ársins Moldvørpu? Hvat er verri, ein senil mamma ella korrupt embætisfólk? Og hvar setur mann eina arkitektoniska perlu?

Myndir ©: Tjóðpallur Føroya/Høgni Heinesen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder