Mentan

Morgunblaðið álopið av teldusníkum

Størsti netmiðil í Ísland er í løtuni stongdur fyri uttanlands ferðslu. Teldusníkar vilja hava loysigjald fyri dátur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-06-25 17:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heimasíðan hjá Morgunblaðnum, sum er størsti netmiðil í Íslandi, er í løtuni stongdur fyri útlendskari ferðslu.

Orsøkin er eitt telduálop um vikuskiftið, og teldusníkar krevja loysigjald fyri upplýsingar.

Hetta skriva Visir.is og ruv.is í dag.

Álopið varð framt sunnudagin seinnapartin, og tað gjørdi at mbl.fo var niðri í fleiri tímar. Síðani steðgaði útvarpsstøðin í sama húsi, K100, at senda, og fleiri skipanir hjá útgávufelagnum Árvakur vóru óvirknar.

Síðani er stóra heimasíðan komin upp at koyra aftur, men bara innanlands. Fyri at byrgja fyri tyngdarálopum á servararnar er stongt fyri uttanlands ferðslu.

Karl Blöndal frá Morgunblaðnum sigur, at tað ikki kemur uppá tal at rinda loysigjald fyri upplýsingar og data sum eru til til gísla.

Sambært Visir.is er tað russiski hakkarabólkurin Akira, sum stendur fyri álopinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder