2020-06-25 16:12
Býráðið í Fuglafjarðar kommunu hevur samtykt at seta Mortan Joensen í starv sum vegaformann á vegadeildini hjá kommununi.
Talan er um royndan mann í vinnulívi á landi og sjógvi. Í løtuni siglir hann sum maskinmeistari við línubátinum Skørðini.
Mortan Joensen er úr Fuglafirði, giftur Lis Joensen, og eiga tey trý vaksin børn. Hann er útbúgvin maskinsmiður og maskinmeistari.
Hann hevur royndir innan prosjektering og eftirlit og dugir at nýta digital amboð sum AutoCad. Eisini hevur hann drúgvar royndir sum maskinførari. Hann hevur starvast á vegadeildini í eitt tíðarskeið í 80´unum.
Mortan Joensen byrjar í starvinum á vegadeildini kommununar 1. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald