Í apríl almannakunngjørdi Javnaðarflokkurin á Fólkatingi eina kanning, sum bendi á, at føroyingar rinda danskt MVG, tá ið teir gjalda fyri síni hald av talgildum tænastum sum Spotify, Netflix, Viaplay og HBO, ella ogna sær appir og spøl til talgildu tólini.
Kanningin er send til Fíggjarmálaráðið og TAKS, og er málið eisini tikið upp við donsku stjórnina, sigur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi í tíðindaskrivi.
– Føroyar eru ikki partur av danska skattaøkinum, og tí eigur danskt MVG ikki at verða kravt inn frá føroyskum brúkarum, sigur Morten Bødskov, danskur skattamálaráðharri, ið skrivligum uppriti um málið.
Danska skattamálaráðið sigur, at tey, vegna vantandi innlit, ikki kunnu útgreina, hvussu nógv MVG verður kravt inn frá føroyskum brúkarum.
– Tað verður neyðugt at hava eftirlit við hvørji einstakari fyritøku, sum veitir tænastur til føroyskar brúkarar, um vit skulu fáa greiði á hesum, sigur skattamálaráðharrin.
Danska skattavaldið sigur seg hava tikið stig til at gera greitt í sínum kunningartilfari til útlendskar fyritøkur, at Føroyar ikki eru partur av danska MVG-økinum, og tískil ikki skulu rinda danskt MVG. Somuleiðis heitir Morten Bødskov á føroyskar myndugleikar um at kunna útlendskar fyritøkur um tað sama.
Sambært kanningini hjá Javnaðarflokkinum, sum sæst her, eru føroyingar ídnir brúkarar av talgildum tænastunum, og hava ofta fleiri tænastur í hvørjum húski. Ein varlig meting sigur, at talan er um 13,5 milliónir krónur, sum føroyski landskassin missir um árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald