Í mai varð boðað frá, at amerikanski matstovurisin McDonald's fór at gevast við matstovuvirkseminum í Russlandi sum ein avleiðing av russisku innrásini í Ukraina.
Boðað var frá, at Mcdonald's fór at selja tær 850 matstovurnar í Russlandi til lokalar keyparar, og í dag lata 15 fastfood-matstovur í gomlum hølum hjá McDonald's upp í Moskva.
Matstovurnar hava fingið nýggjan eigara, nýtt navn og samleika, skrivar DR.
Russiska matstovuketan, sum hevur yvirtikið bygningarnar hjá McDonald's eitur "Vkusno & tochka", sum merkir "Lekkurt og einki annað".
Eigarin av teimum 850 fyrrverandi McDonald's matstovunum er russiski vinnulívsmaðurin Aleksandr Govor.
Sambært søluavtaluni varðveitir Vkusno & tochka gomlu starvsfólkini hjá McDonald's í í minsta slagi tvey ár. Matskráin er heldur ikki nógv øðrvísi enn tað, sum McDonald's plagdi at bjóða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald