2026-03-25 10:07
Mette Frederiksen hevur verið hjá Fríðriki kongi, har hon hevur lagt frá sær og mælt til, at kongur inkallar umboð fyri allar flokkar, sum eru valdir inn á Fólkating.
Flokkarnir skulu møta á Amalienborg á middegi føroyska tíð, har teir skulu peika á, hvønn teir vilja hava til samráðingarleiðara.
Hetta er fyrstu ferð síðan 1972, at danir hava eitt sonevnt kongsumfar. Eftir seinasta fólkatingsval sat Margreta drotning enn á trónuni, og varð hendan siðvenjan tá kend sum drotningaumfar.
Nú klokkan 10 er forfólkaumfar á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald