Innanlands

Møttu ikki upp til fundin

Eftir ætlan skuldi nývalda býráðið í Vágs kommunu skipast í morgun, men ikki allir býráðslimir møttu upp

(Savnsmynd: Vágs kommuna)

(Savnsmynd: Vágs kommuna)

2024-11-18 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ætlanin var, at nývalda býráðið í Vágs kommunu skuldi skipa seg á fundi klokkan 10, men hetta bar ikki til, tí at býráðið ikki var fullmannað.

Sambært Dimmalætting vóru fýra av níggju býráðslimum ikki møttir upp.

Tey, sum ikki møttu upp, vóru Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø úr Javnaðarflokkinum, og Erhard Joensen og Marin Gaardlykke úr Sambandsflokkinum.

Í gjár varð fyrst boðað frá, at avtala varð gjørd millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, og at Levi Mørk úr Javnaðarflokkinum, sum var toppskorari á valinum týsdagin, fór at verða nýggjur borgarstjóri. Men síðani frættist, at sitandi borgarstjórin, Bjarni Johansen var farin í part við Tjóðveldi og helst fór at halda fram sum borgarstjóri.

Les eisini: Kúvending í Vági: Levi Mørk kortini ikki borgarstjóri

Levi Mørk hevði frammanundan boðað frá, at hann ikki ætlaði sær at møta upp til fundin í morgun.

Les eisini: – Fari at umhugsa mína støðu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder