2020-06-14 13:04
Hósdagin, 11. juni, skrivaði Eysturkommuna undir sáttmála við MT Højgaard um arbeiðið at byggja nýggja dagstovnin við Gøtugjógv.
Hetta skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari
Osbjørn Jacobsen er arktitektur. Samlaða gólvvíddin á stovninum verður 1.296 m2, og í alt verður pláss fyri 112 børnum á stovninum: 60 barnagarðsbørnum og 52 vøggustovubørnum. Tað fer, sambært Eysturkommunu, at taka 18 mánaðir at byggja.
Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er 54 milliónir krónur.
Les eisini: Peningur játtaður til dagstovn í Gøtugjógv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald