Fyrrapartin varð kunngjørt, at flogferðslan um Vága Floghavn var næstan helvtina minni í mars í mun til í mars 2019.
Eisini var greitt, at eftir at tiltøkini móti koronavirusinum vórðu sett í verk, minkaði ferðslan við ógvusligari ferð.
Líknandi rák sæst í undirsjóvartunlunum.
Vágaportalurin hevur kunngjørt tølini hjá Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum fyri mars.
(Mynd: vp.fo)
Tey vísa ein týðiligan mun frá ferðsluni sama mánað í fjør.
Vágaportalurin skrivar, at fram til umleið 12. mars var ikki nakar stórvegis munur í ferðsluni í mun til mars í 2019. Men síðani gjørdist munurin týðiligur.
Hetta hongur millum annað saman við, at flogferðslan eisini minkaði, íhvussu er fyri Vágatunnilin, og eisini at fólk koyra minni millum bygdir í samband við arbeiði og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald