Í sambandi við eina hending í Norðoyatunlinum í gjár ynskir løgreglan at koma í samband við ein bilførara, sum koyrdi suðureftir gjøgnum tunnilin um 13-tíðina leygardagin.
Tað mundi enda við einum ferðsluóhappi, tá ein løgreglubilur koyrdi norðureftir gjøgnum tunnilin og tann aftari av tveimum bilum, sum koyrdi suðureftir, fór yvir í mótkoyrandi vegbreytina - møguliga fyri at gera eina yvirháling.
Tað eydnaðist tó bilførarunum at bremsa, og løgreglan fekk steðgað bilførarunum, sum var farin yvir í skeiva breyt, og viðkomandi er skuldsettur fyri hetta.
Løgreglan vil tó fegin tosa við hin bilføraran, sum koyrdi frammanfyri, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald