![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað plagar at vera lív í tingsalinum, teir mikudagar tá munnligir fyrispurningar eru á skránni.
Ein slíkur dagur er í dag. Einans fyrispurningar til landsstýrisfólk og løgmann eru á dagsskrá fyri fundin, sum byrjar klokkan 11, umframt framløga.
Tingarbeiðið er tó avmarkað og darvað av, at tað bert kunnu vera tíggju tingfólk til staðar í salinum í senn. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, segði við útvarpið hjá Kringvarpinum í gjár, at ætlanin er at hava hesa serligu koronaskipan hesa vikuna afturat og at løgtingið frá næstu viku at rokna fer at arbeiða sum vanligt.
Nøkur av tingfólkunum hava kunngjørt hvat tey ætla at spyrja um. Sí lesarin.fo https://www.lesarin.fo/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald