Ein mynd á sosiala miðlinum X av Grønlandi, litað sum amerikanska flaggið, hevur vakt ans.
Tað er amerikanski podvarpsverturin, Katie Miller, sum áður hevur verið talsfólk fyri umsitingina hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum hevur deilt myndina við tekstinum "soon" - á føroyskum "skjótt.
Miller fór úr starvinum miðskeiðis í 2025, men hon er tó framvegis knýtt at umsitingini hjá Trump, av tí at hon er gift við Stephen Miller, sum er varastarvsfólkaleiðari í Hvítu Húsunum, skrivar Ritzau.
Amerikanski forsetin hevur fleiri ferðir seinasta árið nevnt ynskið um at yvirtaka Grønland, og stutt fyri jól útnevndi hann eitt serligt sendifólk til Grønlands. Trump hevur m.a. sagt, at USA hevur tørv á Grønlandi, tí tað snýr seg um trygd.
Myndin er løgd út á X, eftir at USA náttina til leygardagin hevur lopið á Venesuela og tikið forsetan í landinum, Nicolas Maduro og konu hansara til fanga.
![]()
(Skíggjamynd: X)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald