Mentan

Myndaframsýning í Svínoy

Skúlaárið 1976-1977 var Símun Waag Høgnesen læraravikarur í Svínoy. Hann tók nógvar myndir meðan hann og familjan búðu har úti, og nú verður myndaframsýning í dansistovuni í Svínoy

2025-10-08 12:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í heystfrítíðini verður ein forvitnislig myndaframsýning í Svínoy. Skúlaárið 1976-1977 var Símun Waag Høgnesen læraravikarur í Svínoy, og hann, konan og yngsti sonurin fluttu út hagar.

Símun Waag Høgnesen tók fleiri myndir, meðan tey búðu harúti.

Nú geva synirnir svínoyingum og øðrum áhugaðum møguleika at síggja hesar myndirnar. Talan er um 70-80 myndir.

Framsýningin verður í dansistovuni í Svínoy og hongur uppi frá mánadegnum 13. oktobur til sunnudagin 19. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder