2019-11-12 13:30
Fyrrapartin var endiliga pláss á skipasmiðjuni Mest í Havn, so uppsjóvarskipið Arctic Voyager kundi takast upp á beding fyri at skoða skaðan, sum skipið fekk, tá tað rendi á land á Ennið uttan fyri Fuglafjørð sunnukvøldið 3. november.
Skipið megnaði sjálvt at koma av aftur og sigldi eisini sjálvt til Havnar, men hevur síðan ligið og bíðað eftir at fáa pláss á stóra bedingsvogninum hjá skipasmiðjuni.
Nú kann við berum eygum staðfestast, at skaðin á kúlustevnið og kjølin er rættiliga umfatandi.
Myndirnar tók Jens Kr. Vang fyrrapartin
Les eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald