
Sí myndir tá umboð fyri Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn komu í løgtingið, har samgongusamráðingar eru farnar í gongd.
Javnaðarflokkurin og Framsókn hava annars fundast við Sambandsflokkin seinastu dagarnar, men í gjárkvøldið slitnaðu hesar samráðingar. Ríkisveitingin var stóri snávingarsteinurin.
Í dag verður roynt við Tjóðveldi.
Sí myndir:
-
Tað hevur sæð svart út at sleppa í samgongu hjá Høgna Hoydal og Tjóðveldi, men nú sær ljósari út brádliga (Mynd: Sverri Egholm)
-
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi kemur í løgtingið (Mynd: Sverri Egholm)
-
Framsókn vildi í fyrsta umfari royna samgongumøguleikan við Sambandsflokkinum, men tað eynaðist ikki. Nú er tað so Høgni Hoydal sum tey samráðast við (Mynd: Sverri Egholm)
-
Ruth Vang (Mynd: Sverri Egholm)
-
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, Bjarni Kárason Petersen, tinglimur fyri Framsókn og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi (Mynd: Sverri Egholm)
-
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og samráðingarleiðari (Mynd: Sverri Egholm)
-
Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen, tingkvinnur fyri Tjóðveldi (Mynd: Sverri Egholm)
-
Trý frá hvørjum flokki eru við í samráðingunum í fyrsta umfari (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald