Mentan

Myndir: Drive-in biografur á Skálatrøð

Upp ímóti 50 bilar til útibiograf

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-24 22:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fitt av bilum var á Skálatrøð í kvøld, har tað á fyrsta sinni var skipað fyri Drive In biografi. Fyrr í dag varð stórur skíggi settur upp, og nú klokkan 22 byrjaði filmurin um Elton John, Rocketman.

Ljóðið kemur umvegis FM-samband, sum radio í bilinum fær.  Tað mundu vera upp ímóti 50 bilum á Skálatrøð í kvøld.

Drive-in biografur hevur seinasta árið eisini verið í Søldarfirði, men hetta er fyrstu ferð, at hetta verður roynt í Havn.

Atgongumerki fyri ein bil kostar 300 krónur, og tað er Havnar Bio, sum saman við AVlux Føroyar og Ljóð-tøkni skipa fyri tiltakinum. Í annaðkvøld og sunnukvøldið verða filmar vístir eisini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder