Innanlands

Myndir: Elisabeth Hummeland fekk Ársins herðaklapp

– Hóast hon sjálv er komin nakað til árs, fer hon av sínum eintingum við eldri til handils, koyrir tey trúføst til lækna, til Havnar, vitjar eldri borgarar í bygdini og gongur túrar við teimum, segði dómsnevndin

Elisabeth Hummeland fekk Ársins herðaklapp 2023 (Mynd: Vestmanna kommuna)

Elisabeth Hummeland fekk Ársins herðaklapp 2023 (Mynd: Vestmanna kommuna)

2023-09-09 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Vestmannadagar heiðrar Vestmanna bygdaráð persóni ella felagsskapi, sum hevur skarað framúr til gagns fyri fólkið og Vestmanna bygd, og í morgun varð Elisabeth Hummeland heiðrað.

– Hetta hevði eg ikki væntað. Tað má vera tað størsta at blíva ársins Vestmenningur, segði Elisabeth

Dómsnevndin – mannað av bygdarráðslimunum Sáru Jógvansdóttir, Eyðun Hansen og Inga Olsen – høvdu hetta at siga um Elisabeth Hummeland, sum fekk Ársins herðaklapp 2023:

– Í sínum ungu árum var hon virkin í Ungmannafelagnum Geilini, í sjómanskvinnuringinum, í VÍF og í sjónleikaralívinum, sum tá var í bygdini.

– Hóast hon sjálv er komin nakað til árs, fer hon av sínum eintingum við eldri til handils, koyrir tey trúføst til lækna, til Havnar, vitjar eldri borgarar í bygdini og gongur túrar við teimum. Hon er glað, blíð, fyrikomandi og altíð klár til eitt prát. Takk fyri tað, ið tú gert.

Ársins herðaklapp varð avdúkað í sambandi við, at kommunan hevði bjóðað til felags morgunmat í ítróttarhøllini, og sambært kommununi møttu áleið 800 fólk upp.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá tiltakinum, sum Birgir Waag Høgnesen hevur tikið:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder