2020-02-20 15:24
Farmaferjan Hasfjord, sum Strandferðslan hevur keypt kom á Havnina seinnapartin.
Ferjan úr Noreg skal rúkast til farmaflutning um Skopunarfjørð, og tekur eisini 12 ferðafólk.
Hasfjord sum varðveitir navnið er keypt fyri 10 milliónir krónur, men enn er ikki greitt nær skipið fer í sigling. Ósemja er um sáttmálaviðurskiftini, og hesi viðurskiftini skulu fáast í rættla áðrenn skipið er í sigling.
Skipið liggur á Vestaru bryggju, og fotografurin Bjarni Enghamar var ein túr framvið seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald