
Á hesum túrinum eri eg á heimavølli. Byrjaði at ganga á fjalli í hesum haganum.
Túrurin byrjaði við brunnarnar, gingið var út í Neytadal, niðan á Mjógjogv, rundanum Mjáoyggj, Miðfjall, og yvir á Háfjall, oman á Brúnaskarð og omanaftur til brunnaranar.
Veðrið var av tíð allarbesta í gjár.
-
Klaksvík av Miðfjalli
-
Borðoyavík av Stígunum
-
-
Mjógjógv og Háfjall av Stígunum
-
Neytadalur
-
Nógv hava teir gomlu gjørt við stíggjarnar kring alt landið, bæði við meitil og við at laga grót, her er eitt dømi um tað
-
-
Neytadalur og Borðoyavík
-
Mjógjógv
-
Mjógjógv og Neytadalur
-
Av Mjáoyggj
-
Sevlinjurnar av Brúnaskarði tvørtur um Leirvíksfjørð, sjáldan sær man tær so væl sum í dag, hanga einar 35-50m frá sjónum
-
Eystursíðan rundan um Mjáoyggj
-
Nógvastaðni á Mjáoyggj hanga steinarnir leysir. Eitt undur at hesin framvegis hongur næstan í leysum lofti
-
-
-
Klaksvíkin av Mjáoyggj
-
Av Miðfjalli, Borðoyavík, Torvadalur Gásafelli, Skúvadalur, Skúvadalsá og Vøtnini á Klubbanum
-
Ritudalur, Ritugjógv, Mjóanes Nólsoyggin, og Dalsfles
-
Ritudalsenni, Rókhamar og Ravnagil
-
Leirvíksfjørður av Miðfjall
-
Hálgafelli, og Kalsoyggin oman fyri Húsar. Nøv, Miðardalstindur, Hattardalstindur, Heimarafjall, Byttufelli, Gásafjall, Nestindar og Hádegisfjall av Miðfjalli
-
-
-
Tyrlan í besta James Bond stíli á veg inn í Norðoyatunnilin
-
Av Háfjalli, Kalsoyarfjørður og Leirvíksfjørður
-
Klaksvíkin av Háfjalli
-
Bátahylurin í Borðoyavík
-
Djúpumýra (Erik Hansen, Erik hjá Simonu kom við navninum)
-
Nýggja rennibreytin, næstan liðug útgrivin
-
Biskopstorg
-
-
Á veg oman av Nónhamri
-
Slóðin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald