2020-04-22 16:55
Tað streymar við fólki til og úr Sandagerði seinnapartin. Bakandi sól og lítið av vindi minnir um suðurlendskar tilstandir, men hetta er altso veruleikin í Føroyum í hesum døgum.
Gamaní er ikki so lýtt, men so leingi sólin er frammi, er góða lagið hjá føroyingum tað eisini. Koronasmittan hevur eisini við sær, at nógv hava frí, og hetta er helst eisini ein orsøk til øll fólkini í Sandagerði í dag.
Nakrar myndir úr Sandagerði seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald